Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin 10.august Vit ynskja øllum eina góða summarferiu og góða Ólavsøku 😊
Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið spennandi at fylgt við, hvør av okkum hevur tippað rætt úrslit, hvønn morgun vit eru komin til arbeiðis. Fólk hava fylgt væl við og spenningurin hevur...
Í ár hava vit gjørt fleiri summarútferðir í Føroyum. Allar hava tær verið serstakliga góðar, stuttligar og áhugaverdar. Fyrsta útferðin, gekk leiðin til Skopunar. Har vitjaðu vit Spinnaríið við ánna og Føroya Grótvirki í Skopun. Vit fingu eina frágreiðing um virkini...
Í vetur hava vit havt fotoskeið við Jón K. Joensen í Fountainhúsinum. Jón K. Joensen hevur í nógv ár havt fotoskeið í Tórshavnar Kvøldskúla og er tí vanur við at undirvísa í evninum. Í tí sambandi varð hann leigaður inn í Fountainhúsið til at geva luttakarunum...
Í dag fyllur Fountainhúsið 12 ár, og dagin hava vit hátíðarhildið, við at hava verið á buffét á Hotel Hafnia. Í farnu viku høvdu vit opið hús og politiskt kjak, í samband við føðingardagin. Tað vóru sera nógv fólk á gátt, bæði á vitjan og komu at lurta eftir politiska...
Fountainhúsið hevur opið hús mánadagin 23.mars frá kl.14 .00 til 17.00. Pallborðsfundur byrjar kl.15.00 Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman....