Fountainhúsið 12 ár í dag

01/04/2026

Í dag fyllur Fountainhúsið 12 ár, og dagin hava vit hátíðarhildið, við at hava verið á buffét á Hotel Hafnia.

Í farnu viku høvdu vit opið hús og politiskt kjak, í samband við føðingardagin. Tað vóru sera nógv fólk á gátt, bæði á vitjan og komu at lurta eftir politiska orðaskiftinum, har evnið var psykiatriin í Føroyum.

Dagurin eydnaðist stak væl, og komu tað eisini góðir og sera viðkomandi spurningar frá áhoyrarum um, hvussu neyðugt tað er, at komandi løgting ferð at broyta og gera batar á ávísum økjum innan psykiatriina og styrkja fyribyrgjandi tiltøk.

Fountainhúsið fer í páskaferiu 2. apríl til týsdagin 7.apríl
Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.


Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...