Fotoskeið í Fountainhúsinum

20/04/2026

Í vetur hava vit havt fotoskeið við Jón K. Joensen í Fountainhúsinum. Jón K. Joensen hevur í nógv ár havt fotoskeið í Tórshavnar Kvøldskúla og er tí vanur við at undirvísa í evninum. Í tí sambandi varð hann leigaður inn í Fountainhúsið til at geva luttakarunum grundvitan innan fotografi. Málið við skeiðnum var at læra luttakararnar at taka og viðgera myndir við snildtelefon. Skeiðið var tríggjar ferðir, og var tað ein blandingur av undirvísing og praktiskum royndum. Luttakararnir skuldu brúka ta vitan, teir fingu, til at taka myndir. Síðani skuldu teir eftirmeta og kjakast um tær tiknu myndirnar.

Skeiðið varð býtt upp í trý: Fyrst skuldu luttakararnir læra at nýta allar funktiónirnar á snildtelefonini, sum hava við myndir at gera. Síðan skuldu teir læra, hvussu ein mynd verður bygd upp. (kompositión). At enda skuldu teir læra at viðgera (redigera) tær tiknu myndirnar. Vit takka Jón K. Joensen fyri, at hann kom at undirvísa okkum og gav okkum amboð til at taka góðar myndir.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...