Hevur tú sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar ella trupulleikar, og ert tú ikki á arbeiðsmarknaðinum?

Ella kundi tú hugsað tær at verða virkin aftur eftir innleggjan? Hevur tú tørv á innihaldi í gerandisdegnum?

Fountainhúsið er eitt vælegnað stað at menna førleikar og styrkir, so tú aftur kanst gerast virkin í mun til ymiskt, sum tú kundi hugsað tær í gerandisdegnum!

Tíðindir

VÆLVERA

Eitt rehabiliteringstilboð, sum m.a. skal styrkja førleikarnar hjá tí einstaka á persónliga, fakliga og sociala økinum.

Arbeitt verður miðvíst við førleikunum/kompetansunum fyri at megna at vera á arbeiðsmarknaðinum. Tað verður lagt tí einstaka til rættis í einum tryggum umhvørvi og í einari ferð, sum hvør einstakur avger.

Gongutúrar

Gongutúrur

Gang ein túr í føroysku náttúruni og í býnum, gott fyri likam og sál

Krops og Andardrátt

Krops og Andardrátt

At kobla úr, vera til staðar í løtuni
Tolsemi og viðurkenning

Venjing

Venjing

Eina ferð um vikuna eru vit vanliga í Yndi og venja  felagsvenjing.

Lýsing av Fountainhúsinum

Fountainhúsið er ein sjálvstøðugur felagsskapur við egnum navni og bústaði. Húsið hevur egin hølir og hevur ikki felags høli við øðrum viðgerðartilboðum, s.s. sjúkrahúsinum ella økispsykiatriskum tilboðum. Húsið er vælegnað til ein arbeiðsskipaðan gerandisdag. VIt halda til í V.U. Hammershaimbsgøtu 3 í Havn, í hugnaligum og stimbrandi umhvørvi. Húsið liggur mitt í býnum og er lætt atkomuligt við almennum flutningstólum.

Øll hølini í húsinum skulu vera atkomulig fyri bæði limir og starvsfólk. Ongi av hølunum er bert fyri limir ella bert fyri starvsfólk.

KØKUR

Í køkinum fyrireika vit eitt breitt úrval av mati samt deiligum dessertum, Hetta er eitt stað, har kreativitetur og praktisk hugskot koma saman, og loyvir okkum at kóka, baka og royna nýggjar uppskriftir…

SKRIVSTOVA

Á skrivstovuni eru nógvar ymiskar uppgávur.

Innleiðsla av nýggjum limum verður gjørt á skrivstovuni, eins og skeið og tiltøk verða løgd til rættis.
Hevur tú hug at gerast partur av skrivstovutoyminum…

HÚS OG URT

Húsið og urtagarðurin

Uppgávurnar í hús- og urtagarðseindini eru viðlíkahald og reingerð innandura og uttandura.
Urtagarðsarbeiði verður eisini gjørt og planturnar ansaðar. Umframt…

KREATIVT

Í kreativu eindini

Hvønn mánadag kl 09.00 – 12.00 í Fountainhúsinum.

Her verður ymiskt skapandi og handaligt arbeiði gjørt í bólkum og til ber eisini at arbeiða sjálv/ur. Vit tillaga kreativa virksemið…

ARBEIÐSEINDIR