Vit hava verði so heppin at hava haft Iben Vibe Skovgaard í starvsvenjing í Fountainhúsinum.Hon lesur til Ergoterapeut á 4 semestri í Keypmannahavn.Iben hevur sungið nógv kór og skipaði hon m.a fyri kór venjing í Fountainhúsinum. Hetta dámdu fleiri væl og møguliga...
Serstaka føroyska húgvan kann bíleggjast longu nú 😀 Húgvan er heimabundin við føroysku litunum og framleidd á okkara arbeiðseindum 😀 Eisini hava vit gjørt hesar sera fittu oyralokkarnar, ið mynda Merki, sum síggjast á myndunum 😀 Áhugaði eru vælkomin at venda sær til...
Fríggjadagin 28. novembur klokkan 13-17 bjóða vit inn til opið hús 😀 Vælkomin inn á gólvið til ein góðan drekkamunn og eitt hugnaligt prát. Ein góður møguleiki at síggja okkara arbeiðsstað og arbeiðseindir. Hendan dagin hava vit eisini eina jólasølu har møguleiki er...
Í summar fingu vit nýggja inngongd og úthurð setta í, í kjallaranum. Og áðrenn kuldin kom, fingu vit stoypt túnið og nú verður hampa rundan um, so tað verður so flott! Eisini gera vit havan vetrar kláran, klippa niður, rudda bløð og annað deytt burtur og fríska upp...
Av og á skipar Fountainhúsið fyri útferðum í egnum landi. Beint fyri summarferiuna fóru vit ein túr út í Koltur! Vit fóru av gomlurætt við Rib 62. Veðrið var gott, sól og stilt, so vit fingu ein góðan túr 😀 Tað vóru Marianna og maður hennara Jóhan Simonsen ið tóku...