Ergoterapeutlesandi í starvsvenjing.

19/11/2026

Í heyst hevur Vár Tollaksdóttir verið í starvsvenjing hjá okkum, í 8 vikur. Hon lesur til ergoterapeut í Århuus. Nú eru lestarvikurnar av og er hon farin aftur á skúlabonk.

Í Fountainhúsinum fáa tey lesandi eina breiða vitan um psykiatri, og tey fáa roynt sínar fakligu førleikar, innan psykiatriska rehabilitering. Tað er eisini altíð stuttligt og læruríkt fyri okkum at fáa lesandi í starvsvenjing, og vit eru glað um, at vit kunnu viðvirka til at styrkja vitanina og fakligu menningina hjá teimum lesandi og okkum.

Vit takka Vár fyri tíðuna og ynskja henni bestu eydnu víðari við lesnaðinum

Onnur tíðindi...