Í september vóru 20 fólk úr Fountainhúsinum á ferð í Albania í eina viku.
Túrurin byrjaði við stórslignum Tina Turner musical í Keypmannahavn fríggjakvøld, og leygarmorgun helt leiðin fram til Albania.
Komin til Tirana, var bussur eftir okkum við ferðaleiðara, sum greiddi okkum frá um teirra mentan og aðra henta vitan. Vit gistu á Hotel Bonita Classic í Durrës við beinleiðis atgongd til svimjihyl og gylta strond við azurbláa Adriatarhavið. Framvið strondini vóru sølubúðir, barrir og matstøð, har fólk bæði sungu og dansaðu til siðbundin løg.
Umframt at liggja og slikka sól og eta ís, vórðu túrar gjørdir inn í miðbýin og niðan í fjøllini beint uttanfyri Durrës.
Ein dagur var lagdur av til túr í skjóttgangandi báti úr Vlorë suðureftir til Grama víkina. Í klárum bláum sjógvi og við veitslukendum tónleiki súsaðu vit til fleiri hellur, gjáir og strendur, har vit saman við øðrum ferðaløgum kundu svimja og hugna okkum við mati og drekka.
Seinasta dagin á túrinum vitjaðu vit søguligu fjallabygdina Krujë. Har gingu vit á aldargomlum steinløgdum gøtum niðan til Krujë slottið og Skanderbeg savnið við bergtakandi útsýni yvir dalin, skógir og áir. Við slottið er somuleiðis eitt lívligt og litríkt siðsøguligt sølutorg við heimavirkaðum vørum.
Samanumtikið var ferðin bæði lærurík og stuttlig, og útsýnið yvir albansku alpurnar á flogtúrinum heim, setti prikkin yvir i’ið.































