Summarútferðir 2026 – ferðast í egnum landi

22/07/2026

Í ár hava vit gjørt fleiri summarútferðir í Føroyum. Allar hava tær verið serstakliga góðar, stuttligar og áhugaverdar.

Fyrsta útferðin, gekk leiðin til Skopunar. Har vitjaðu vit Spinnaríið við ánna og Føroya Grótvirki í Skopun. Vit fingu eina frágreiðing um virkini bæði, hvussu teirra arbeiði gekk fyri seg og hvørjar lutir tey evnaðu – alt úr føroyskum tilfari. Sera áhugavert og spennandi at hoyra. Somuleiðis vitjaðu vit hugnaligu Caféina á Møluni í Skálavík, har vit fingu ein góðan bita og sum smakkaði okkum sera væl

Vikuna eftir fóru vit útferð til Saksunar. Vit gjørdu okkum øllum eina matpakka, áðrenn fari var úr havn. Veðrið var eisini gott hendan dagin og vóru vit spent uppá, um tað fór at eydnast okkum at sleppa heilt Út á Lónna, sum hevur verið eitt ynski hjá fleiri. Somuleiðis vóru vit spent uppá at síggja Dúvugarð og tað nýggja flotta listarverkið í Saksunardali, sum listamálarin Artez hevur málað. Ikki kann sigast annað enn, at vit fingu alt við. At vitja í Saksun er heilt víst ein útferð man kann gera aftur

Tann triðja túrin, fóru vit gongutúr runt Toftavatn, har ein av okkara limum var frásøgufólk. Ein deiliga lættur og góður gongutúrur, sum øll kunnu vera við til. Ein góðan kaffimunn fingu vit inni á Sjómansheiminum í Runavík, áðrenn leiðin gekk aftur til havnar, til døgurðabuffé á Hafnia.

Fjórða útferðin var til Sandavágs. Vit gingu okkum ein túr út at síggja Trøllkonufingur og síðani á Fiskastykkið, at fáa ein betri bita. Hendan dagin var nakað av mjørka, so vit fingu ikki eyga á Trøllkonufingur, men vit fingu ein vakran gongutúr. Og ikki minst var vitjanin á Fiskastykkinum eitt serliga gott upplivisi við mati, og bara at síggja og uppliva sjálvt húsið.

Á síðstu og okkara fimtu útferð, gekk leiðin til Klakksvíkar. Vit fóru ein gongutúr niðan á Klakk og eftirfylgjandi á nýggja KG hotelli, at fáa okkum ein góðan bita. Veðrið var sera gott og klárt akkurát tá ið vit gingu niðan á Klakk, og fingu vit tískil eisini eitt gott útsýnið yvir okkara vøkru oyggjar. Vitjandi á nýggja stásiliga KG hotellinum í Klaksvík var eisini sera góð

Samanumtikið kunnu vit siga, at allar okkara útferðir í ár, hava eydna sera væl og nógv hava verið við. Tað besta sum er, er at ferðast í egnum landi, í góðum felagsskapi og síggja og uppliva okkara vøkru oyggjar 😊

Niðanfyri siggjast nakrar myndir, frá teimum ymisku túrunum.

Sandur

Saksun

Toftavatn

Trøllkonufingur

Klakkur

Onnur tíðindi...