Hjartaliga vælkomin til opið hús fríggjadagin 27. novembur
Á hvørjum ári bjóða vit øllum til opið hús. Tað er ein góður møguleiki hjá familjum, vinum og almenninginum, at síggja okkara arbeiðspláss og fáa vitan og kunning um Fountainhúsið.
Í ár verður opið hús fríggjadagin 27. novembur millum klokkan 13.00 og 17.00
Vælkomin inn á gólvið til ein góðan drekkamun og eitt hugnaligt prát. Ein góður møguleiki at síggja okkara góða og hugnaliga arbeiðsumhvørvið og arbeiðseindir.
Umframt drekkamunn og rísalamang, hava vit eisini eina jólasølu, har møguleiki m.a er fyri at keypa sær ymiskt jólaprýði, jólakort, list, okkara serstøku heimabundu føroysku húgvu og oyralokkar. Vit hava eisini teir vælumtóktu heimagjørdu kompostkassar og uttandura benkir, sum er gjørt til tað føroyska veðurlagi, til sølu. Allir lutir eru evnaðir til í okkara arbeiðseindum
Kom ein túr inn á gólvið fríggjadagin millum kl.13.00 og 17.00 og kanska tú finnur eina góða jólagávu 🙂
Vit síggjast og gleða okkum til dagin
Vælkomin 🙂




