Tippikapping

23/07/2026

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið spennandi at fylgt við, hvør av okkum hevur tippað rætt úrslit, hvønn morgun vit eru komin til arbeiðis. Fólk hava fylgt væl við og spenningurin hevur verið í hásæti, at sæð hvussu raðfylgjan hevur broytt seg, so hvørt sum dystirnir hava verið spældir.

Tað hevur verið tætt millum allar luttakarar og spenningurin var stórur, hvør fór at liggja nr.1, eftir sjálva HM-finaluna.

Vinnarin gjørdis Lars og var hann, tá til stykkis kom, ein greiður vinnari. Síðani vóru ikki nógv stig á muni frá nr.2 til nr.6, bert 5 stig.

Ein stuttlig og spennandi kapping, sum ein av okkara limum hevur skipað fyri. Og ikki kann sigast annað enn, at næstu ferð endaspæl verður, fara vit aftur at skipa fyri einari tippikapping.

Onnur tíðindi...