Krops- og andadrátsvenjingar

Hvønn mikudag er krops- og andadrátsvenjingar í Grønlendingahúsinum.

Í ”Krops- og andadrátstilvitan” verður dentur lagdur á tryggleika, og at tú
verður møtt/ur júst, sum tú er. Tær nýtist ongan forkunnleika at hava fyri at kunna
luttaka og blíðu rørslurnar verða tillagaðar tínum kroppi.

Endamálið við bólkinum er at stuðla undir:
• Tilvitan um og samband við kroppin og andadráttin og sambandið
herímillum
• Avspenning og djúpa hvíld
• Kropsliga og sálarliga uppliving av sentrering/miðsavnan og
grounding/jarðfesti
• At kobla úr og bara vera til staðar í løtuni
• Tolsemi og viðurkenning av sær sjálvum
• At fáa amboð at nýta í gerandisdegnum fyri at lætta um og megna dagin
betur.

Venjing

Tvær ferðir um vikuna eru vit í Yndi Fitness, týsdag og hósdag.

Venjingin verður tillagað til hvønn einstaka. Vit venja við maskinunum eftir egnari venjingarætlan.

Tað er av týdningi at pláss er fyri øllum, óansæð førleikar, úthaldni og hvussu vit eru fyri.
Venjingarnar verða snikkaðar saman júst eftir, hvussu tú er fyri, hvat tú orkar og megnar.
At venja sjálvur og venja saman við øðrum gevur gleði, samanhald og ikki minst betri orku til gerandisdagin og at útinna aðrar gerandisuppgávur, sum liggja fyri dagin.

Dypp

Hvønn mikudag og fríggjadag “dyppa” vit í gomlu Hoyvíkini.

Møguleiki er fyri at møtast í Fountainhúsinum áðrenn.

Gongutúrur

Eina ferð um vikuna er gongutúrur á skrá.

Vit avtala hvar vit ganga, alt eftir hvussu veðrið er, tann dagin. Vit ganga í øllum veðri.

Tað er sera gott fyri likam og sál, at ganga sær túrar. At ganga úti í náttúruni, merkja vind, regn, sól, kulda og/ella hita stimbrar allar okkara sansir. Vit síggja og uppliva alt sum hendir rundan um okkum, annaðhvørt vit ganga millum hús ella í haga, ljósið gevur okkum stóra nøgd av D-vitaminum og nógva vælveru. Tað er eisini ein hugalig løta at vera saman, tá ið vit ganga túrar. Ofta kennist tað lættari at práta, meðan mann gongur, somuleiðis sum vinarbond verða knýtt á ein øðrvísi hátt.

 

Set teg í samband við okkum

+298 28 80 12

foutainhus@fountainhus.fo

Tinghúsvegur 12, tórshavn

Latið okkum í felag røkka á mál!

;