Glerpípurnar eru nógvar og ymiskar og hanga so flottar í kalda kavaveðriðnum.Inni sita vit fjálgt og hugsavna okkum við ymiskum uppgávum.Til seinnapartskaffi fingu vit eina sera vælsmakkandi heimagjørda kondittara...
Í løtuni hava vit eina lesandi, sum verður ergoterapetur í summar. Hon eitur Rutt. Rutt fæst nógv við at gera ymiskar smykkur úr perlum. So í løtuni gera vit nógv vakurt burturúr perlum í tí kreativa bólkinum, so sum oyralokkar, armbond, hálsbond, lyklaringar, ringar...
Hvønn mikudag seinnapart er bólkurin ”út av húsinum” á ferð onkrastaðni í Havnini ella á bygd.Vit vitja m.a. listaframsýningar, søvn, kafé´ir og onnur mentanarlig og sosial tiltøk, sum eru at fara til.Vit hava nýliga verið í Vestmanna og vitja...
Í løtuni hava vit tveir bólkar, sum spæla D&D í Fountainhúsinum. D&D er eitt borðrolluspæl. Tað vil siga, at har eru ymiskar reglur fyri, hvussu mann spælir, men eisini ein fríur og kreativur partur, har mann skal spæla eina rollu. Endamáli við D&D er at...
Aftur nýggj vika og nýggjur mánadagur í Fountainhúsinum. Nógv virksemi var á skránni og nógv fólk til arbeiðis. Arbeiðsuppgávurnar hjá hús-og havabólkinum vóru m.a at rudda tún fyri mosa, á brennistøðina við burturkasti og keypa vøru, sum manglaði til húsið....