Dungeons & Dragons(D&D) í Fountainhúsinum.

27/02/2023

Í løtuni hava vit tveir bólkar, sum spæla D&D í Fountainhúsinum.

D&D er eitt borðrolluspæl. Tað vil siga, at har eru ymiskar reglur fyri, hvussu mann spælir, men eisini ein fríur og kreativur partur, har mann skal spæla eina rollu. Endamáli við D&D er at siga eina søgu saman. Og sjálvandi eisini at berjast móti óndum skrímslum og drekum.

Tað er ikki neyðugt at duga at spæla D&D, áðrenn mann byrjar.

Tað eru Barbara og Teinar frá spælivali, sum hegnisliga taka sær av at læra okkum at spæla.

Vit kunnu ikki siga annað enn, at D&D er eitt stuttligt borðspæl, sum hevur eina øðrvísi tilgongd til sosiala og persónliga førleikamenning.

Les meira á https://spalival.com

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...