Mennandi
Skeið í "At bera seg fram", við Bárði Persson (ikki aktivt í løtuni)
Komandi vikurnar fer Bárður Persson at hava eitt skeið saman við limum í Fountainhúsinum, sum snýr seg um at bera seg fram.
Støðið verður tikið í, at vit sum menniskju eru søgusigarar í egnum lívi, og við at gerast tilvitaði, kunnu vit ávirka, hvussu vit siga søguna og bera okkum sjálvi fram. Við hesum kunnu vit gerast ein viðspælari við einum gagnligum íkasti, heldur enn ein uppgevandi eygleiðari á síðulinjuni. Ein viðspælari, ið vágar sær at trína inn í frásøgnina, sum allatíðina skapar teir karmar og tað innihald rundan um okkum, sum í botn og grund er umhvørvið, sum vit liva og virka í.
Hetta er ein øðrvísi og spennandi máti at menna persónligar og sosialar førleikar, so vit betur kunnu trívast og virka í tí gerandisdegi, vit ynskja okkum.
Til at kunna halda skeiðið í hóskandi og rúmligum umhvørvi, hava vit lænt hølir frá okkara góða granna, ALS. Tað eru vit sera glað um.
Vøggusangur (ikki aktivt í løtuni)
Vøggusangur snýr seg um andliga stimbran fyri foreldur og nýføddu børnum teirra. Foreldrini syngja fyri børnum sínum, vagga teimum og dansa við teimum saman við einum sangara, sum leggur teimum lag á.
Aftaná vøggusangin er drekkamunnur í Kirkjustovu við kaffi, smákøkum og skornari frukt, sum limir í Fountainhúsinum taka sær av.
Føroyskt undirvísing (ikki aktivt í løtuni)