Út av húsinum

03/03/2023

Hvønn mikudag seinnapart er bólkurin ''út av húsinum'' á ferð onkrastaðni í Havnini ella á bygd.
Vit vitja m.a. listaframsýningar, søvn, kafé´ir og onnur mentanarlig og sosial tiltøk, sum eru at fara til.

Vit hava nýliga verið í Vestmanna og vitja leirkafé'ina Elva.
Elva er ein leirkafé, har vaksin og børn kunnu mála og prýða leirlutir.
Stuttligt at royna ymiskt kreativt og ikki minst at síggja úrslitið frá vitjanini.

Seinasta mikudag varð vitjað á Kafé Cibo í Saltangará, har ein áhugaverd málningaframsýning við
Mariu Lützen var at síggja.
Somuleiðis fingu vit ein góðan drekkamunn og eitt gott prát, í kafé´ini.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...