Aftur nýggj vika og nýggjur mánadagur í Fountainhúsinum. Nógv virksemi var á skránni og nógv fólk til arbeiðis. Arbeiðsuppgávurnar hjá hús-og havabólkinum vóru m.a at rudda tún fyri mosa, á brennistøðina við burturkasti og keypa vøru, sum manglaði til húsið. Køkseindin gjørdi døgurða, sum hesa ferð var lasanja við salati og bakaði shokolátakøku til seinnapartin, sum smakkaði sera væl. Í kreativu eindini vóru ymisk individuel projektir ígongd, og á skrivstovuni var arbeitt við bókhaldi og hagtølum.
Eftir døgurða var húsfundur, sum er einaferð um mánaðin. Har var m.a tosað um altjóða leiðreglunar hjá Fountainhúsinum, fyrireiking av fastalávints mánadegi og prát um hvar okkara næsta heilsufremjandi ferðamál skal vera.
Seinnapartin var eisini bólkur við borðrolluspælinum Dungeons & Dragons, sum er ein stuttlig og øðrvísi tilgongd til sosiala og persónliga førleikamenning.
Og sum tað seinasta, so byrjaði ein ergoterapeutlesandi í starvsvenjing hjá okkum. Hon skal vera hjá okkum næstu 6 vikurnar.
Vit takka øll fyri ein deiligan hendingarríkan arbeiðsdag