Hjartaliga vælkomin til opið hús 28. novembur

19/11/2025

Fríggjadagin 28. novembur klokkan 13-17 bjóða vit inn til opið hús 😀

Vælkomin inn á gólvið til ein góðan drekkamunn og eitt hugnaligt prát. Ein góður møguleiki at síggja okkara arbeiðsstað og arbeiðseindir.

Hendan dagin hava vit eisini eina jólasølu har møguleiki er fyri at keypa sær ymiskt jólaprýði, benkur, kompostkassar og serstaka føroyska húgvu og oyralokkar, sum vit hava evna til í arbeiðseindunum 😀

-Húgvan er heimabundin við føroysku litunum og egnar seg væl til eitt nú tá okkara landslið í fótbólti spælur á Tórsvølli ella til EM hondbóltstúrin til Oslo í januar 2026 ella longu nú tá okkara hondbólts kvinnur fara til HM í Týsklandi. Húgvan kundi eisini verið ein góð jólagáva 😀

Vit gleða okkum til dagin og vóna at fáa nógv vitjandi.

Øll eru vælkomin 😀

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...