Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

19/03/2026

Fountainhúsið hevur opið hús mánadagin 23.mars frá kl.14 .00 til 17.00. Pallborðsfundur byrjar kl.15.00

Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Vit umrøða evnið um m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmliga arbeiðsmarknaðin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og vit spyrja, hvussu tey ætla at raðfesta økið í komandi løgtingsskeiði.

Fountainhúsið fyllur 12 ár 1. apríl, og nú tað stundar til val, er upplagt høvi at seta okkara politisku flokkum stevnu um átøk, sum eru neyðug at gera, fyri at fólk við sálarligum avbjóðingum eisini føla seg væl í okkara samfelag.

Húsið er opið frá kl. 14.00-17.00. Pallborðfundurin byrjar kl. 15.00.

Vit bjóða føðingardagslagkøku, kaffi og te.

Páskasøla: Tað verður eisini møguligt at keypa páskaprýði, sum limir í Fountainhúsinum hava gjørt.

Vit síggjast í Fountainhúsinum á V.U.Hammerheimbsgøta 3 - øll eru vælkomin. 

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...