Vælgerandi fótbóltur

Sunnudagin verður ársins stórsteypadystur í fótbólti spældur á ovara vølli í Gundadali millum B36 og Víking. Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa í felag fyri dystinum, og ágóðin fer til vælgerandi endamál, sum í ár er Fountainhúsið Hetta er níggjunda árið...
Føstulávintshald

Føstulávintshald

Leygarkvøldið 14. februar høvdu vit enn eitt sosialt tiltak. Hesaferð var føstulávintshald á skránni. Vit vóru grýluklødd, slógu pottar og ótu saman. Hýrurin var góður, og vóru vit øll samd um, at kvøldið hevði verið avbera gott og hugnaligt. Næsta sosiala...
Vitjan Eystan Heyg

Vitjan Eystan Heyg

Í gjár var Fountainhúsið á vitjan hjá Lars. Lars er fyri kortum fluttur í egnan bústað Eystan Heyg.Lars vísti okkum sína snotiligu íbúð og hvussu hann búleikast.Síðan fóru vit øll yvir í felagshølini, har Lars hevði gjørt klárt til ein drekkamunn.Vit vóru øll samd um,...
Sosialt tiltak

Sosialt tiltak

Leygarkvøldið 17/1-15 høvdu vit okkara fyrsta sosiala tiltak. Hesaferð høvdu limirnir valt at hava eitt filmskvøld. Ætlanin var, at hyggja eftir filminum Avatar (2010), men av tekniskum ávum gjørdist hetta ikki møguligt. Vit valdu so ístaðin at hyggja eftir...
Húsfundur í dag kl. 13.00

Húsfundur í dag kl. 13.00

Nú vit skriva 2015, verður fyrsti mánaðarligi húsfundurin í Fountainhúsinum í dag, týsdag 6. jan. 2015, kl. 13.00 Skráin fyri fundin er hendan: 1. Velja skrivara 2. Velja orðstýrara 3. Gjøgnumganga seinastu fundarfrágreiðing 4. Føðingardagar 5. Sosial tiltøk 6....