Sunnudagin verður ársins stórsteypadystur í fótbólti spældur á ovara vølli í Gundadali millum B36 og Víking. Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa í felag fyri dystinum, og ágóðin fer til vælgerandi endamál, sum í ár er Fountainhúsið
Hetta er níggjunda árið á rað, at Lions
Club í Føroyum saman við Fótbóltssambandi Føroya skipar fyri stórsteypadysti
millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, og í ár stendur
ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur ímillum meistararnar úr B36 og
steypavinnararnar úr Víkingi.
Eins og í øðrum londum, har spældir verða slíkir »Charity Shield-dystir«, eru
tvinni endamál við dystinum, og í fyrra lagi kann eitt nýtt kappingarár verða
skotið í gongd við dysti millum tey bæði liðini, sum vunnu tað, spælt var um
síðsta kappingarár.
Dystur, sum verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 22. februar klokkan 15,
hevur sjálvandi áhuga millum viðhaldsfólkini hjá liðunum, ið spæla hann, men er
eisini eitt gylt høvi til at forvitnast og taka pulsin, nú fótbóltsárið 2015
nærkast við bæði lands- og steypakapping.
Í øðrum lagi verða pengar savnaðir inn til vælgerandi endamál frá teimum
inntøkum, stórsteypadysturin gevur. Í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin
frá stórsteypadystinum skal fara til Fountainhúsið, sum heldur til í
Heinesenshúsi í Havn og hevur verið í gongd í eitt lítið ár.
Fountainhúsið
Endamálið við Fountainhúsinum er at geva fólki við sálarligum avbjóðingum eina
meiningsfulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdagin og
nakað at koma upp til. Hvør einstakur verður stuðlaður til at skapa nakrar
positivar og varandi broytingar, so møguleikin at megna arbeiði ella skúla og
ein so sjálvstøðugan gerandisdag sum gjørligt, verður betri.
Virksemið í Fountainhúsinum byrjaði í apríl í fjør, og er talan um eina
sjálvstøðuga verkætlan yvir trý ár, hvørs høvuðsendamál er at kanna tørvin.
Fountainhúsið, sum er ein sjálvstøðugur felagsskapur, hevur eitt stýri, ið
fylgir við og hevur eftilit við gongdini hjá Fountainhúsinum.
Sum sagt, skipa Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum í felag fyri
stórsteypadystinum, so Fótbóltssambandið tekur sær av tí fyrisitingarliga, so
sum at áseta dystardag og dómara, útvega heiðursmerki, bóltar, atgongumerki og
at fáa steypið til vega. Lions Club í Føroyum tekur sær av tí praktiska, so sum
innkrevjing, trygdarfólki og nógvum av tí, ið vanliga er upp til heimaliðið at
skipa fyri.
Hetta er aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men er samstundis fjórðu
ferð, at Víkingur er annað av liðunum í ársins fyrstu fótbóltsfinalu, sum B36
vann fyrstu ferðina í 2007, men sum Víkingur enn eigur á at vinna.
Atgongumerkini kosta 80 krónur, sum er stað sama sum til ein vanligan dyst í
bestu deildini, og eisini ber til í hálvleikinum at fáa sær ein drekkamunn í
høllini í FSF-húsinum.

