Grindabúffar til døgurða í dag

Grindabúffar til døgurða í dag

Vit í Fountainhúsinum eru so heppin, at ein limur hevur valt at lata okkum grind 😀 Tískil eru grindabúffar í gerð á køkseindini í dag, lekkurt! Og stuttligt við siðbundnum føroyskum døgurða í dag. Og omaná fingu vit pannukøkur Mangatakk...
Ráðstevna í Helsinki

Ráðstevna í Helsinki

Mánadagin 19-23 mai fara vit á ráðstevnu hjá Clubhouse Europe, har vit læra um onnur Fountainhús og hitta limir aðrastanis frá. Áður hava vit verið í Stirling, Amsterdam og Aalborg, hesuferð gongur leiðin til Helsinki og vit gleða okkum 😀 Vit fara m.a. at hoyra...
Takk fyri góða listauppboðsølu

Takk fyri góða listauppboðsølu

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið var latin listauppboðsøluni og góðu móttøkuni, aftur hesuferð 😀 Fríggjadagin gjørdu vit klárt. Koyrdu listaverk oman í Finsen, settu stólar, borð og pall upp. Leyardagin var sostatt bert eftir at gera kaffi og lata dyrnar...
Gera klárt til listauppboðsøluna

Gera klárt til listauppboðsøluna

Nú stundar til listauppboðsøluna! Fyrireikingarnar eru ígongd, vit hava nokk at gera og gleða okkum. Listafólk koma á gátt við listaverkum, og í løtuni avmynda vit øll listaverk, so tey í næstum verða klár at leggja út við neyðugu upplýsingum, á okkara facebook...
Góðan flaggdag

Góðan flaggdag

Í morgin fríggjadagin 25. apríl er flaggdagur og tá er stongt í Fountainhúsinum. Vit ynskja øllum góðan flaggdag 😀 Og hava opið sum vant, mánadagin 28. apríl.
“Mostur Charlie”

“Mostur Charlie”

Fountainhúsið luttekur javnan á ymiskum tiltøkum. Hóskvøldið 27 mars fóru vit til skemtileikurin ”Mostur Charlie”, sum Stranda Sjónleikarafelag framførdi í bygdarhúsinum á Strondum. Leikurin var sera góður og skemtiligur. Summi vildu vera við, at tey ongantíð í...