“Mostur Charlie”

22/04/2025

Fountainhúsið luttekur javnan á ymiskum tiltøkum.

Hóskvøldið 27 mars fóru vit til skemtileikurin ”Mostur Charlie”, sum Stranda Sjónleikarafelag framførdi í bygdarhúsinum á Strondum.

Leikurin var sera góður og skemtiligur. Summi vildu vera við, at tey ongantíð í lívinum hava flent so nógv! Og høvdu ringt við at vera sitandi á stólinum av berum látri!

Vit vóna at Stranda Sjónleikarafelag kemur at gera fleiri leikir og ynskja teimum blíðan byr.

Onnur tíðindi...