Gera klárt til listauppboðsøluna

25/04/2025

Nú stundar til listauppboðsøluna!

Fyrireikingarnar eru ígongd, vit hava nokk at gera og gleða okkum. Listafólk koma á gátt við listaverkum, og í løtuni avmynda vit øll listaverk, so tey í næstum verða klár at leggja út við neyðugu upplýsingum, á okkara facebook tiltakið "Listauppboðsøla" sí leinkju 😀

(3) Listauppboðsøla | Facebook

Tað gleðir okkum, at so nógv dugnalig listafólk stuðla okkum við at vera á listauppboðsøluni. Aftur í ár eru nógv áhugaverd listaverk við! Eisini verður møguligt at koma í Finsen og síggja listaverkini, leyardagin 3. mai, millum kl. 12.00 og 14.00, áðrenn uppboðsølan byrjar kl. 14.00.

Vit bjóða kaffi og køku 😀

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...