Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er “dypping” á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit til Saunadypp á Glyvrum 😀 Hetta lokkaði fleiri við so vit vóru ein fittur hópur ið fór avstað. Veðrið var gott og gott pláss var í...
Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at síggjast aftur og eisini bjóða nýggjum vælkomnum 😀 Vit eru so heppin at hava fingið Rógva, sum er ergoterapeut lesandi, í 6 vikurs starvsvenjing hjá...
Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott summar og góða ólavsøku 🙂
Kompost kassar

Kompost kassar

Í Fountainhúsinum eru vit áhugaði í umhvørvi, burturkast og skiljing av burturkast! Vit skilja burturkast í ymiskar bólkar og hava m.a. ruskílat til kompost á køkseindini 😀 Vit hava leitað okkum íblástur og evnað okkara egnu kompostkassar, sum vit sjálvi brúka og nú...
Bonkur vakti áhuga

Bonkur vakti áhuga

Vit hava gjørt okkum nakrar fittar beinkir, at hava uttanfyri í havanum 😀 Upprunaliga kom hugskotið, tí eldri viður lá í kjallaranum í “gamla Fountainhúsinum” á Tinghúsvegnum og fyri at gagnnýta hann, blivu benkir evnaðir úr viðinum. Teir gomlu benkirnir...
Stongt vegna ráðstevnu

Stongt vegna ráðstevnu

Alla komandi viku 19-25 mai hava vit í Fountainhúsinum stongt. Hetta tí vit fara á spennandi ráðstevnu í Helsinki 😀 Vikuna eftir hava vit opið mánadagin 26 mai til og við mikudagin 28 mai.