Saunadypp

08/10/2025

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað.

Og herfyri vóru vit til Saunadypp á Glyvrum 😀

Hetta lokkaði fleiri við so vit vóru ein fittur hópur ið fór avstað.

Veðrið var gott og gott pláss var í sauna'ini við útsýni út á hav.

Tað var sera hugnaligt! Vit høvdu luktilsi og heimagjørt skrubb við, gjørt úr kaffigrums, olju og rosmarin 😀

Kenslan aftaná var góð! Vit vóru avslappaði í kropp og sinn. Føldu róð og føldu okkum meira "samlaði".

Hetta ætla vit okkum heilt víst at royna aftur 😀

Á heimasíðuni saunadypp.fo stendur m.a. soleiðis " Kanningar vísa, at nýtsla av sauna og køldum vatnið betrar munandi um sálarliga og kropsliga heilsu. Við Saunadypp bjóða vit sosiala samveru í føroysku náttúruni."

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...