Vit hava ein kreativan/skapandi bólk í Fountainhúsinum, har vit leggja dent á at brúka endurnýtslutilfar. Vit fara nú at seyma vøttir. Í tí sambandinum skulu vit brúka bundnar troyggjur. Um tit eiga troyggjur, sum ikki verða brúktar, høvdu vit verið glað at fingið...
Í samband við at Lions Club Tórshavn fylti 50 ár, lótu tey gávu til 13 ymsar felagskapir, har ímillum var Fountainhúsið, sum fekk 15.000 krónur. Fountainhúsið takkar hjartaliga fyri stuðulin.
Húsfundur fyri limum verður í dag kl. 13. Skrá: 1. Velja skrivara. 2. Velja orðstýrara. 3. Hvør er møttur. 4. Gjøgnumgongd av seinastu fundarfrágreiðing. 5. Føðingardagar. 6. Leiðreglur lesast upp. 7. Jólaferia. 8. Ymiskt.
Fountainhúsið hevur nú víðkað tilboðið til at hava opið hóskvøld til kl. 20.00. Tá er møguleiki at eta ein náttverðabita og at verða saman, ella gera eitt hvørt. Fríggjamorgun bjóðar Fountainhúsið morgunmat til allar limur frá kl....