Útferð til Vágarnar

04/06/2021

Í dýrdarveðrinum í gjár fóru vit útferð til Vágarnar. Fyrst koyrdu vit til Bíggjar, har nøkur av okkum dippaðu í vøkru og friðsælu náttúruni. Upplivingin at dyppa í Bø var frálík, og verður avgjørt viðmælt øðrum at royna. Eftir dyppingina varð farið til Sandavágs, á Fiskastykkið, til ein betri bita. Fiskastykkið er ein sera góð og hugnalig matstova og ein forkunnug matskrá við alskyns valmøguleikum av rættum. Veðrið var so fantastiskt, so eftir matarsteðgin fóru vit gongutúr út til Trøllkonufingur. Ein av okkara mongu náttúruperlum. Steðgað varð á afturvið einum góðum kaffimunni og heimabakaðari kaku. Enn ein góður dagur og upplivilsi, sum vit kunnu leggja í okkara minnisbók 🙂

Nú korona ger um seg aftur, fara vit at minna fólk á at ansa væl eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum. Gott vikuskifti 🙂

Onnur tíðindi…

Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit...

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at...

Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott...