Listauppboðsølan væl eydnað

25/05/2021

Listauppboðsølan gekk avbera væl. Nógv listaverk vóru á uppboði og sera nógv fólk luttóku, bjóðaðu og ognaðu sær eitt ella fleiri listarverk.

Vit í Fountainhúsinum eru sera takksom, og vilja takka øllum, sum tóku lut og stuðlaðu á ein ellan annan hátt. Ein tílík uppboðsøla er ein spennandi og sera mennandi arbeiðsuppgáva og gevur okkum í síðsta enda møguleika at luttaka m.a. á europeiskum ráðstevnum fyri Fountainhús, sum verður fyriskipað annaðhvørt ár. Hvør veit, um vit í Føroyum ikki eina ferð fara at vera vertir fyri einari ráðstevnu 😉

Fountanhúsið hevði eisini 7 ára føðingardag, og bleiv dagurin hátíðarhildin saman við uppboðsøluni

Sí myndir frá degnum

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...