Virkin arbeiðsdagur!

22/07/2021

Í allar fagrasta veðrið í dag, hava vit havt ein sera virknan arbeiðsdag, við nógvum ymiskum aktivitetum á skránni. ABC fyri sálarheilsu, ver virkin, ver saman og ver hugbundin eru hugtøk, sum vit dagliga kenna til í okkara arbeiðsdegi. Tað mennir, okkara likam og sál, at kunna brúka okkara førleikar til ymiskar tíðir og uppgávur. At vit so eisini kunnu vera spontan, ein dag sum í dag, til ein gongutúr niðan á Kongavarðarnar, er nakað heilt serligt og fantastiskt, í hesum sera góða veðrið.

Myndirnar vísa nakað av virkseminum í dag

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...