Vestmannabjørgini

30/06/2015

Mánadagin í síðstu viku vóru vit á útferð undir Vestmannabjørgunum. Kl var 10.00 tá ið báturin legði frá landi. Siglitúrurin var í góðar tveir tímar, og ikki kann sigast annað enn, at tað var ein sera góð uppliving. Veðrið var gott og náttúran var sera vøkur og flott handan dagin.

Tá ið siglitúrurin var liðugur, var gott at koma inn í hitan á Fjørðukrønni og fáa fiskasúppan, sum smakkaði sera væl.

At enda vitjaðu vit søgusavnið. Àðrenn farið var inn, fingu við øll hvør sína hoyritelefon, har vit lurtaðu eftir elluvu ymiskum sagnum úr Føroyasøgu. Til hvørja søgu vóru gjørdir voksfigurar, sum sóu sera livandi út, næstan sum verulig fólk á at líta.

Túrurin var væl eydnaður, og vilja vit viðmæla øllum, sum ikki hava verið áður, at gera ein túr til Vestmanna, ikki tí, tað ber væl til at fara á vitjanina meira enn einaferð.

Nógv ferðafólk vóru eisini við og vóru teir ikki sært bergtikin av okkara stórslidnu náttúru, og hvussu Siljastar so væl silgdi millum skerini og grátturnar.

Fleiri myndir síggjast her

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...