Kórsangur í Fountainhúsinum

13/07/2015

Á einum húsfundi kom ynski fram um at syngja sang ella hava kór. Vit fóru beint í gongd at kanna møguleikar til kórundirvísing. Sigrid Sivertsen var dystin fús og kundi byrja nærum beinaveg. Avtalan var at venja 1 fer um vikuna í 1½ tíma, 10 fer íalt. Fleiri limir hava verið áhugaði og hava luttikið.

Nevnast kann, at tá ið Fountainhúsið hevði 1 ára føðingardag, hevði kórið eina framførðslu og eydnaðist hettar stak væl. Vit hava sungið nógvar ymiskar sangir, nevnast kann m.a The Rose, Proud Mary, Ró, Til allar vinir og Eg eri góð við teg. Vit hava eisini vant at sungið í fleiri stemmum og hevur tað ljóðar heilt væl til tíðir.

Vit hava havt okkara síðstu venjing og kunu vit ikki siga annað enn at tað hevur verið sera stuttligt, læruríkt, mennandi og ikki minst avbjóðandi til tíðir.

Ynski er frá fleiri at vit kunnu gera eitt nýtt átak aftur við kórsangi einaferð til heystar, lívst so spyrst 🙂

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...