Húsið og urtagarðurin
Uppgávurnar í hús- og urtagarðseindini eru viðlíkahald og reingerð innandura og uttandura.
Urtagarðsarbeiði verður eisini gjørt og planturnar ansaðar. Umframt okkara egna urtagarð, røkta vit eisini urtagarðin hjá ALS og sláa grasið uttan fyri Sloans hús og Degns hús. Vit hava eisin okkara egnu trø, har vit hava eplaveltu og annan grønmetisgróður.
Hinar eindirnar kunnu bíleggja ymiskt arbeiði úr hesi eindini.
Dámar tær at gera viðlíkahaldsarbeiði, gera reint ella hevur tú áhuga í urtagarðsarbeiði, so er henda eindin nakað fyri teg.
