Fountainhúsið skipar av og á fyri bingo.
Herfyri varð skipað fyri Páska bingo og sølu av lutaseðlum.
Millum vinningarnar vóru m.a. gávukort, páskaregg og ein lekkur gávukurv.
Í alt vóru 15 vinningar og undirtøkan var, sum vant, sera góð.
Okkurt lekkurt var eisini gjørt til kaffi steðgin. Eitt stak hugnaligt og væleydna tiltak 😊


