Felagið Fyri Fyritíðarpensjónistar steðgar virksemi sítt í apríl 2025. Í hesum sambandi hevur nevndin avgjørt, at lata Fountainhúsinum gávu, áljóðandi 7.000 kr.
Vit eru takksom fyri hesa peningagávu, sum heilt víst kann brúkast til m.a. tilfar, til okkara ymisku arbeiðseindir.
Tað harmar okkum, at felagið steðgar. Vit ynskja øllum í felagnum alt tað besta fram yvir og takka hjartaliga fyri flottu gávuna.