1 apríl 2025 hevði Fountainhúsið 11 ára føðingardag

10/04/2025

Fyrraparturin fór við gerandis arbeiðsuppgávum. Og fyrireiking til páska bingo!

Føðingardagurin var hátíðarhildin við døgurðabuffet á Hotel Hafnia. Veðrið var gott og fleiri gingu oman. Øll, ið eru knýtt at húsinum, vóru boðin við til hesa fagnaðar løtu. Og høvdu vit eina stak hugnaliga løtu, við góðum mati og samveru. Har vit mintust aftur á farnu árini og gleddust um, hvussu nógv vit eru í dag.

Mett og væl sett gekk leiðin, fyri summi, niðan aftur í húsið, til bindiklubb hugna og skrivstovu arbeiði.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...