Jonna lesur til ergoterapeut á Københavns professionshøjskole og hevur seinastu 6 vikurnar verið í starvsvenjing í Fountainhúsinum.
Tað er altíð áhugavert, læruríkt, kveikjandi og stuttligt at hava lesandi og hesuferð var onki undantak.
Jonna er nú farin aftur til Danmarkar, har hennara næsta lestraruppáva er at skriva eina bachelor.
Jonna verður liðug í summar.
Vit takka Jonnu fyri tíðuna og ynskja henni bestu eydnu við lesnaðinum víðari.
