Vitjan við Hvalastøðina við Áir

13/06/2023

Sjeynda juni vóru vit fyrstu summarútferðina í ár. Leiðin gekk til Hvalastøðina við Àir. Hvalastøðin var ein av sjeyð, sum vóru settar upp í tíðarskeiðinum 1894-1905.

Vit vóru víst runt av einum sera dugnaligum frásøgumanni. Tað var sera áhugavert og stuttligt at hoyra um hvalaveiðu í Føroyum, sum var grundarsteinur undir ídnaðarsamfelagnum, sum kom seinni. Hvalastøðin er gjørd til eitt savn, sum so væl lýsur alla gongdina, frá hvalurin bleiv skotin, og til allur hvalurin er haggreiddur til m.a. lýsi, fóður og ikki minst alt tvøstið, sum átti lívið í nógvum føroyingum.

Vit vóru sera væl nøgd við vitjanina á Hvalastøðini við Àir, og mæla so avgjørt øðrum at fara haðar at vitja, tað er opið frá 17 juni -13 august leygar- og sunnudag kl 10-17. Rundvísing kann eisini bíleggjast

Eftir vitjanina høvdu við bílagt døgurða á Café Rose við Ljósáir. Har fingu vir burgarar og kips. Tað smakkaði sera væl, alt var gjørt frá grunduni við góðum ráðvørum. So tað er ikki fyrsti og síðstu ferð,  vit eta frá Café Rose.


Onnur tíðindi…

Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit...

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at...

Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott...