Rebekka og Sólrun lesa til ergoterapeut á Københavns professionshøjskole á 6. semestri.
Vit í í Fountainhúsinum hava verið heppin, at hava havt tær í starvsvenjing hjá okkum í 10 vikur.
Tað er altíð áhugavert, læruríkt, kveikjandi og stuttligt at hava lesandi og hesuferð var onki undantak.
Hettar skeiðið er nú liðugt og venda tær nøsina aftur til Danmarkar.
Vit ynskja teimum góða eydnu við lesnaðinum víðari og takka fyri teirra íkast til arbeiði
og fyri tíðina tær hava verið her hjá okkum.
Summarferia
Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...


