Hetta er triðju ferð, at Fountainhúsið skipar fyri uppboðsølu av list. Seinast var í 2016 og 2018, og eydnaðust tiltøkini sera væl. Nógv fólk hava verið til sølurnar, og hava ikki verið færri enn um 50 listarverk seld á hvørjum uppboði.
Tað hevur eydnast okkum at fáa fleiri av listafólkunum, sum luttóku í 2016 og 2018, at verða við aftur í 2021. Nýggj listafólk eru eisini við hesa ferð.
Talið av listarverkum verður á leið tað samavsum áður, og listaverk, sum koma á uppboði, eru m.a gjørd av:
- Rannvá Kunoy,
- Hansina Iversen,
- Andrias Andreasen,
- Joel Cole,
- Ásla Rannvá Svensson,
- Oggi Lamhauge,
- Hergerð Joensen, Eyðun av Reyni,
- Astrid Macdonald,
- Bárður Jákupsson,
- Finleif Mortensen,
- Birgit Kirke,
- Elin P. Andreasen,
- Frits Johannesen,
- Fríða Brekku,
- Hilmar Højgaard,
- Jón Magnus Joensen,
- Jórun Dánialsdóttir Poulsen,
- Livar Nysted,
- Maria Smith,
- Pól Skarenni,
- Zacharias Heinesen,
- Lív Arge,
- Sámal Toftanes,
- Janus á Húsagarði,
- Astrid M. Macdonald,
- Edith Mørkøre,
- Silja Strøm,
- Edvard Fuglø.
Tiltak er stovnað á Facebook vanganum hjá Fountainhúsinum ”Listauppboðsøla og 7 ára føðingardagur”, har myndir av listarverkunum verða almenna kunngjørd.
Tað verður eisini møguligt at koma í Finsen og síggja listarverkini, leygardagin 8. mai, millum kl. 12 og 14, áðrenn uppboðsølan byrjar kl.14.00.
Kaffi og føðingardagslagkøka verður eisini at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!



