Vit hava fingið ein jarðarteig frá tórshavnar komunu, ið vit hava nýtt sum eitt urtagarðsstykki. Eplir vóru sett niður í reimaveltu, og rabarbur, røtur, gularrøtur og radisur vóru settar niður í tvær moldveltur. Rabarburnar í tí einu moldveltuna, og hitt í aðru moldveltuna.Vit hava nú tikið nakað av eplunum upp úr reimaveltunum, sum sær út til at hava eydnast væl.
Rabarburnar, í tí einu moldveltuni, hava tó ikki eydnast líka væl, og gularrøturnar, røturnar og radisurnar, í hinu moldveltuni, eru so fáar í talið, at sigast má at tað hevur gingið heilt illa, við at fáa at vaksa. Orsøkin til tess, er óivað av, at tað bleiv sett niður alt ov seint inn á summrið í ár. Eisini var tað ofta rættuliga turt í summar, har vit ikki vóru nóg røsk at vatna tað. Nakað at læra av, til næsta ár, at sáa tað fyrr inn á summrið, soleiðis at tað fær alt summarið at vaksa í. So verður spennandi at fáa at síggja, hvussu tað síðani fer at vaksa!