Av og á skipar Fountainhúsið fyri útferðum í egnum landi.
Beint fyri summarferiuna fóru vit ein túr út í Koltur!
Vit fóru av gomlurætt við Rib 62. Veðrið var gott, sól og stilt, so vit fingu ein góðan túr 😀
Tað vóru Marianna og maður hennara Jóhan Simonsen ið tóku ímóti okkum og greiddu okkum frá.
Tá vit traðkaðu í land skuldu skógvarnir “reinsast” so einki ókent varð tikið við og órógvar náttúruna á oynni.
Vit fingu frágreiðing um framtíðar ætlanir, sluppu at síggja gomul gróthús og fjós ið eru gjørd í stand til at vísa fram og varveita.
Á Koltri hava teir nógvan spennandi vøkstur, m.a. korn og hvann garð! Ið veksur væl, tí eingin seyður er á oynni.
Við okkum høvdu vit matpakka og eisini fingu vit ein góðan drekkamunn og okkurt gott aftur við, frá vertunum.
Takk fyri góðan túr og blíðskap 😀







