Bonkur vakti áhuga

15/05/2025

Vit hava gjørt okkum nakrar fittar beinkir, at hava uttanfyri í havanum 😀

Upprunaliga kom hugskotið, tí eldri viður lá í kjallaranum í “gamla Fountainhúsinum” á Tinghúsvegnum og fyri at gagnnýta hann, blivu benkir evnaðir úr viðinum. Teir gomlu benkirnir standa enn uttanfyri “gamla Fountainhúsið” og nú vit eru flutt í nýtt hús á V.U Hammerheimbsgøtu 3, høvdu vit eisini brúk fyri nøkrum her.

Hetta er ein spennandi og stuttlig uppgáva hjá hús og urtagarðseindini. Vit hava hugt at tilfarði, gjørt tekningar og so var handaliga arbeiði gjørt 😀

Hetta vakti áhugan hjá Dagstovninum á Argjum, ið vendu sær til okkara við fyrispurningi um tað bar til, at bíleggja nakrar frá okkum

Vit fegnast um áhugan og kunnu fegin gera fleiri beinkir fyri onnur áhugaði 😀

Vit vóna at benkirnir koma væl við hjá Dagstovninum á Argjum

Onnur tíðindi…

Gott nýggjár 2026

Gott nýggjár 2026

Gerandisdagurin í Fountainhúsinum er nú aftur vanligur arbeiðsdagur. Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár og takka fyri...