Í síðstu viku byrjaðu jólahugnin her í Fountainhúsið. Vit hava pyntað og hugnað um bæði inni og úti.
Sum siður er í Fountaionhúsinum hava vit ymiskir jólaaktivitetir á skránni hesa árstíð. Týsdagin høvdu vit jólabingo, har góðir vinningar vóru at vinna. Fólk vóru spent og fleiri hepnir vinnarir vóru. Í steðginum fingu vit lekkra heimagjørda kaku og smákakir. Hóast øll ikki kundu vinna, var lagið gott og hugnin í hásæti.
Hósdagin varð dagurin settur av til at gera jóladekoratiónir og til jólabakstur. Undirtøkan var góð og nógvar flottar dekoratiónir vóru gjørdar. Í køkinum blivu cookies og vanlijukransar bakaðir og kleynir kókaðar. Jólahugnin er nú av álvara komin í Fountaionhúsið, og niðanfyri kunnu myndir síggjast frá hesum báðum døgunum.