Listauppboðsøla í morgin, leygardagin 29.apríl 2023

28/04/2023

Nú eru øll listaverkini komin inn og síðstu fyrireikingarnar eru í hásæti. Tað eru sera nógv áhugaverd listaverk við aftur hesa ferð. Tað er heilt vist ein góður møguleiki at ogna sær eitt listaverk fyri ein góðan prís. Somuleiðis er møguleiki fyri at stuðla Fountainhúsinum.

Inni á tiltakinum, sum er stovnað á facebook síðuni hjá Fountainhúsinum, er møguleiki fyri at síggja øll listaverkini, hvat virði á teimum er, og hvat minsta boðið er – trýst her

Vit halda eisini 9 ára føðingardag og bjóða øllum ein góðan kaffimunn og føðingardagskaku

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit síggjast!

Onnur tíðindi…

Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit...

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at...

Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott...