15 August lótu vit uppaftur aftaná eina góða summarferiu.
Nógv virksemi er aftur at sýggja í øllum teimum ymisku arbeiðseindunum.
Frá 1. Septembur hava vit nú aftur opið Fríggjadagar frá kl 8.30 til kl 12.00
Vælkomin inn um dyrnar, til alt tað góða og mennandi, ið vit hava at bjóða.
Vit kunnu bjóða
• Ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum.
• Endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt.
• Vegleiðandi og stuðlandi samrøður.
• Tilrættalegging av framtíðarætlanum saman við tí einstaka.
• Førleikametan og útgreining av virkismøguleikum.
• Skapan av relatiónum og felagsskapi



