Vitjan úr Amerika

15/07/2022

Hósdagin í seinastu viku, høvdu vit vitjan av einari fittari eldsál Karin Schilde, sum er ein av stovnarunum av
Everett Clubhouse í Seattle.

Hon setti seg í samband við okkum fyri tveimum árum síðani, men vitjanin varð útsett vegna Korona.
Hon var sera áhuga í okkara tilboði og hvussu Føroyska samfelagið er skipað.
Sjálv hevur hon stóran áhuga í at betra um umstøðurnar hjá fólki við sálarsjúku, tí sonur hennara er í hesi støðu.

Hon er eisini sera áhuga í sjálvbodnum arbeiði, hevur millum annað stovnað sjálvhjálpar bólkar.
Tað var sera áhugavert at hoyra hana greiða frá arbeiði sínum í Seattle.

Onnur tíðindi…

Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit...

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at...

Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott...