Ull sum tøð til eplaveltuna

21/06/2022

Fountainhúsið hevur síni egnu trøð, har eplavelta og annað grønmeti verður dyrkað.
Sum nakað heilt nýtt vil urtagarðstoymi brúka seyðaull, sum tøð til eplaveltuna.
Vísindi vil verða við, at seyðaull kann brúkast, sum eitt annað alternativ til tøð.
Hetta er sjálvandi nakað, sum vit í Fountainhúsið eru sera spent uppá at royna, komandi ár.

Viðheftar myndir eru frá tá í urtagarðstoymi fór í hagan á Velbastað, at taka leysa ull upp, til hetta sera spennandi endamál.
Roynist hetta væl, so kann gott hugsast, at vit fara at brúka ull framyvir.

Kringvarp Føroya gjørdi eina grein í 2020:
‘’Sandoyggjafólk brúka ull sum tøð í eplaveltu’’ SÍGGJ GREININA HER

Hetta er at gagnnýta føroysku ullina uppá ein nýggjan máta.

’’Ullin hevur eitt P.H. virði uppá 8,8 og er eisini við til at verma um eplarøturnar.
Jørðin í Føroyum er nokk so súr, meira enn hvat flestu planturnar trívast í, og kann hugsast at ullin hevur eina nokk so góða balansi ávirkan’’

– Hetta sigur Maria Lyager Jacobsen við KVF í eitt videobrot sum greinin omanfyri vísir til.

Onnur tíðindi…

Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit...

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at...

Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott...