Fountainhúsið fór til Dubrovnik, eftir, at túrurin hevur verið útsettur í tvey ár, vegna Korona, sum rakti allan heimin í 2019.
23 Mai í 2022 settu vit kós ímóti Danmark, har vit skuldu sova í eina nátt á Hotel Comfort.
Næsta dag fóru vit so við Norwegian úr Danmark, til Dubrovnik í Kroatia.
Vit búðu á Dubrovnik Luxory Residence í var minni enn 50 metur frá einari strond, bar, biografi og mongum øðrum upplivingum.
Dubrovnik var alt, ein kann ímynda sær av einari ferð, og nógv meira enn tað.
Hitin var frá 26 til 30 hitastig í skugganum, sól og aftur sól í vøkru náttúruni.
Dubrovnik, sum telur á leið 42.000 fólk, er best umtókta ferðastað í Kroatia, enntá í mediterranean økinum.
Mest kenda ferða stað í Kroatia eitur Gamli býurin, sum er ávikavist frá 1300 til 1500 tali.
Gamli býurin er eisini kendur frá sjónvarpsupptøkuni í eitur, Game of Thrones.
Game of Thrones er partvís upptikin í Gamla býnum, sum liggur í Dubrovnik.
Gamli býurin eitur í sjónvarpssendingini ‘’Kings Landing’’, og nógv í verður selt í Gamla býnum, eru lutir, ið hava samband við Game of Thrones.
Har vóru sera nógvar kettur at síggja í Dubrovnik, nakað tað sama, sum at síggja nógvar dúgvur í Keypmannahavn.
Vit fóru eisini eina dags útferð við báti til tríggjar vakrar oyggjar við navni Lopud, Kolocep og Otok Sipan, har vit sluppu at verða eina góða løtu á hvørjari oyggj.
Túrur við báti og tíðin vit vóru á landi vardi í áleið átta tímar.
Regina Maris eigur og rekur hesa tænastu, ein tænasta, sum vit halda var sera góð.
Nøkur okkara fóru ein túr til Bosnia Hersegovina í nakrar tímar, har var eisini sera vakurt.
Seinastu dagarnir í Dubrovnik, vóru meira brúktir til strondina, og hvat annars hvør einstakur hevði hug til.
Møguleiki var eisini fyri at fara í biograf, og hetta var gjørt tvær ferðir, har hugt var eftir Doctor Strange og Top Gun 2.
Fólk tóku nógvar myndir við fartelefon, eitt gott minni frá túrinum.
Ein drona var eisini brúkt, við loyvi, til at taka myndir og video av túrinum.
31 mai fóru vit aftur til Danmark, har vit vóru eina nátt á Hotel Comfort, áðrenn vit fóru aftur til Føroyar 1 Juni.
Ein túrur, har vit hava fingið góð minnir fyri lívið, hetta fara vit at gera aftur.







































