Fríggjakvøldið var várveitsla í Fountainhúsinum.
Tað var tann árliga jólaveitslan sum varð útsett, vegna koronu, og bleiv til eina várveitslu ístaðin. Hetta riggaði stak væl. Vit høvdu eina góða og hugnaliga løtu saman, við góðum mati frá Oddvør Skarðhamar. Á skránni var eisini ein áhugaverd spurnarkapping, har uppgávan var at gita ymiskar staðsetingar í Føroyum, út frá myndum.
At vera saman í sosialum felagsskapi, uttan fyri arbeiðistíð er esini ein mennandi og gevandi løta.











