Avvarðandibólkur fyri børn og ung: TIME OUT byrjar skjótt

12/04/2021

Kennir tú ein ungling sum kundi havt brúk fyri einum Time Out? Time Out er eitt tilboð til ung millum 12-18 ár, sum eru avvarðandi at einum foreldri ella systkin við sálarsjúku og sinnisligar avbjóðingar. 

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum ert í aldrinum 12-18 ár. Tað er eitt frírúm – eitt stað, har tú kanst siga “TIME OUT”. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, sum tú kennir teg væl til rættis í. Í bólkinum hittur tú onnur í líknandi støðu, so tit kunnu tosa um tykkara royndir og hugsanir – og alt møguligt annað, tit vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað
tær at fræt meira um TIME OUT.

www.sinnisbati.fo

Onnur tíðindi…

Saunadypp

Saunadypp

Í Fountainhúsinum er "dypping" á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað. Og herfyri vóru vit...

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Gerandisdagurin byrjaður aftur

Nú er ein tíð liðin, síðan gerandisdagurin í Fountainhúsinum byrjaði aftur eftir summarferiu steðg. Vit gleðast um at...

Fountainhúsið í summarfríð

Fountainhúsið í summarfríð

Frá mánadegi 28.juli til og við 8.august (vika 31,32), er Fountainhúsið í summarfríð. Vit ynskja øllum eitt gott...